Haldið tykkara næsta fund á einum býarhotelli, sum tó er mitt í náttúruni. Í friðarliga umhvørvinum ber til at samla tankarnar og soleiðis at fara djúpt í fundarevnini.
Hotel Føroyar hevur níggju høli í ymsum støddum, sum hóska væl til bæði smærri og størri fundir eins og ráðstevnur. Hølini kunnu hýsa úr tveimum upp í 400 fólkum.
Tað er ókeypis at seta bilin uttan fyri Hotel Føroyar. Pláss er fyri 100 bilum.